Russiskt herflotaskip rakt av ukrainskari sjódronu

Ukrainski herurin hevur søkt og oyðilagt fleiri russisk herflotaskip í Svartahavinum, síðan Russland leyp á fyri tveimum árum síðan.

Ukrainska fregnartænastan veit í morgun at siga, at eitt russiskt herflotaskip er rakt av einari ukrainskari sjódronu.

 

Tað veit Reuters at siga í morgun, og sagt verður, at hendingin fór fram á leiðini við Krim-hálvoynna.

 

Sambært kelduni, sum Reuters endurgevur, er talan um, at herflotaskipið hevur fingið betýðiligan skaða í álopinum.

 

Ukrainski herurin hevur søkt og oyðilagt fleiri russisk herflotaskip í Svartahavinum, síðan Russland leyp á fyri tveimum árum síðan.