Eitt ferðafólkaflogfar er dottið niður uttan fyri russiska høvuðsstaðin, Moskva, eftir at tað hvarv á radaranum.
Tað skrivar russiska tíðindastovan Interfax sambært Reuters.
Talan er um eitt flogfar av slagnum Antonov An-148 sum hvarv av radaranum, eftir at tað var farið á flog úr Domodedovo-flogvøllinum í Russiska høvuðstanum, Moskva.
Tað er Saratov Airlines, sum eigur flogfarið. Felagið hevur 13 flogfør av hesum slagnum, sum tað flýgur innanlandsrutur við.
/ritzau/










