Russiskt flogfar horvið á flogi

Loftferðslumyndugleikarnir í Indonesia siga, at eitt russiskt ferðafólkaflogfar av slagnum Sukhoj Superjet 100 er horvið nakað sunnan fyri indonesiska høvuðsstaðin Jakarta.

46 fólk vóru í flogfarinum.

-Vit mistu flogfarið av skíggjanum hjá eftirlitinum, og vit leita nú eftir tí, sigur Gagah Prakoso, sum er talsmaður hjá teirri sivilu tilbúgvingarskipanini í Indonesia. Hann sigur, at bjargingarfólk eru farin at leita, men at enn hava tey einki funnið.

Sukhoj Superjet 100 er eitt flogfar, sum russar júst eru farnir undir at gera. Tað hevur pláss til 100 ferðafólk. Flogfarið, sum hvarv fyrrapartin, var á framsýningarferð.