Russiskir ótangar hótta Madonnu

Madonna fer í næstum á pall í Moskva við síni Confessions konsertferð. Hetta hevur fingið ilt í ótangar, ið hava hótt songkvinnuna við, at um hon spælir í Moskva, verða børn hennara Rocco og Lourdes burturflutt.

Madonna sjálv hevur ikki tikið hóttanirnar, ið eru sendar til hennara umboðsstovu, fyri fult. Men maður Madonnu Guy Ritchie og stjórin fyri konsertferðina Chris Lamb eru fjálturstungnir, og hava hækkað trygdina á konsertferðini munandi. Konsertferðin hevur fingið sinnið í fleiri millum annað hevur katólska kirkjan funnist at tí partinum av konsertunum, tá Madonna verður krossfest. Eisini russiska ortodoksa kirkjan hevur fordømt hesum.