Russiskir rublar til Portsmouth

Eina milliard til spælarakeyp í januar mánaði. Tað sigst vera millum tað, sum nýggi eigarin í Portsmouth hevur lovað felagnum. Alexandre Gaydamak kom í gjár ásamt við Milan Mandaric um at keypa helvtina av felagnum

Premier League

Viðhaldsfólkini hjá Portsmouth hava kanska ikki havt so nógv at fegnast um seinastu tíðina. Hóast Milan Mandaric hevur oyst fleiri milliónir í felagið, síðani hann á sinni keypti hetta, hevur tað ikki eydnast felagnum at taka stigið upp í veruligu elituna.
Uppflytingin til Premier League gjørdist tó veruleiki, men tað hevur víst seg sera trupult at taka avgerandi stigið upp til tey stóru í deildini.
Nú er tó líkt til, at Portsmouth hevur fingið fatur í manninum, sum kann geva felagnum seinasta skumpið. Mánadagin samdust Milan Mandaric, sum í nøkur ár hevur verið einsamallur eigari, og Alexandre Gaydamak nevnliga um, at Gaydamak nú verður eigari á jøvnum føti við Mandaric.
Og eins og við Abramovich yvirtøkuni av Chelsea fyri hálvum triðja ári síðani, so er líkt til, at Portsmouth nú skal fáa eina ordans pengainnspræning.

Pengar eru ikki alt
Gitingar hava longu verið frammi um, at nýggi eigarin fer at lata felagnum á leið eina milliard danskar krónur til spælarakeyp í næstum. Transfer vindeygað í Onglandi er opið fram til 31. januar, og tí tykist víst, at Harry Redknapp fer at hava úr at gera komandi vikurnar. Eisini hóast hann í dag sigur, at hann ikki ætlar sær at oyðsla nakran pening burtur.
- Sjálvandi vóni eg, at peningur verður tøkur at keypa spælarar fyri. Men hóast hann sær út til at vera ein ríkur maður, so ivist eg í, hvørt Gaydamak veruliga fer at geva felagnum eina slíka upphædd. Men líkamikið, hvat fer at henda, so fara tit ikki at síggja meg tveita pening til høgru og vinstru. Tað kann væl verða, at okkurt felag vil trýsta prísin uppeftir, men er ein spælari verdur 25 milliónir krónur, so ætli eg mær ikki at rinda 35 milliónir fyri hann, staðfestir Harry Redknapp, sum nú aftur hevur ábyrgdina av West Ham.
Og hann leggur afturat, at peningur er ikki alt í fótbóltsheiminum.
- Vit vita, hvussu trupult tað er í Premier League. Eitt nú hevur Everton keypt James Beattie fyri £ 6 mió, og tað hevur ikki hjálpt stórvegis. Tað er jú ikki víst, at vit vinna teir seinastu 17 dystirnar, fyri tað um vit keypa hópin av nýggjum spælarum. Tað tekur tíð at byggja eitt lið upp.

Chelsea look-alike
Tað er tó lítið at ivast í, at viðhaldsfólkini í havnarbýnum longu nú eru farin at droyma um eitt Chelsea look-alike.
Har hava milliardirnar hjá Abramovich meira ella minni prógvað, at tað ber til at keypa seg til succés. Og hóast Gaydamak ikki eigur nær námind eins nógvar milliardir, sum russiski oligoarkurin hjá Chelsea,
Tað er tó ikki stórvegis, sum fólk vita um 30 ára gamla Alexandre Gaydamak. Hann er sonur at Arcadi Gaydamak, sum var ein av teimum, sum fekk fatur á ovurhonds stórum virðum undir russisku umskipanini.
Teir báðir eru av jødiskari ætt, og eitt nú hevur pápin fingið sær eitt gott umdømi í Ísrael. Bæði sum forseti fyri átrúnarligan felagsskap fyri russiskar jødar, og sum eigari av Beitar Jerusalem, sum er millum sterkastu feløgini í Ísrael.
Tað er tó ikki bara fyri tað góða, at Gaydamak-feðgarnir eru kendir. Eitt nú var pápin ákærdur fyri at vera partur av einum »vápn fyri olju« handli við Angola í 90'unum. Ein gøla, sum millum annað hevði fongsulsrevsing við sær til sonin hjá franska forsetanum, Francois Mitterand. Sjálvur segði Arcadi ta ferðina, at hetta var ein fult lóglig avtala, sum russiski staturin hevði gjørt.

Seta helst nýtt met
Um sonin eru einastu boðini, at hann er ein russiskur vinnulívsmaður, sum er búsitandi í London.
Men líkist hann pápanum nakað, so er fótbóltsáhugin stórur. Eftir at hesin á heysti í 2004 keypti Beitar Jerusalem, hevur hann ment felagið til at verða tað í løtuni sterkasta í landinum. Eitt nú við at seta væl lýdda Luis Fernandez úr Fraklandi sum venjara.
Og so kann eisini nevnast, at tað undir øllum umstøðum tykist, sum verður Portsmouth-hópurin styrktur í næstum. Higartil hevur dýrasta keypið hjá felagnum verið tær £ 1,8 mió sum felagið rindaði fyri Dejan Stefanovic, men tað metið stendur fyri falli. Úr Fraklandi ljóðast, at felagið hevur boðið £ 4,1 mió fyri Auxerre áleyparan, Mwaruwari Benjani, men fyribils verður hetta avsannað í Portsmouth.