Í august mánaði í fjør vórðu russiskir kavbátar fyri fyrstu ferð í 15 ár sæddir úti fyri Norðuramerikansku eysturstrondini, men longu tveir mánaðir frammanundan vórðu russiskir kjarnorkuriknir kavbátar sæddir í íslendskum, norskum og í altjóða sjógvi beint uttanfyri norðara markið til føroyskt sjóøki.
Økið, har minst tveir kjarnorkuriknir kavbátar hjá russiska herflotanum vórðu sæddir, er sama øki, sum Føroyar vegna danska ríkið hava gjørt krav upp á.
Eftir øllum at døma leitaðu russar við fleiri kavbátum eftir kolvetni í júst hesum økinum, har Føroyar hava gjørt krav upp á alt ríkidømi í undirgrundini, og alt sum er á sjálvum botninum í 3000 metra djúpa havøkinum.
– Ein óvanlig ferð hjá russiskum kavbátum hevur í summar verið í Norðuratlantshavi, skrivar heimasíðan hjá Íslendska verjustovninum.
– Tveir russiskir rannsóknarkavbátar hjá russiska herflotanum, stuðlaðir av kjarnorkuriknum álops- og hjálparkavbátum, hava verið í økinum á Norðuratlantsrygginum úr Føroyum til Svalbards.
Í norska blaðnum Dagbladet váttar Ellisif Tinna Víðisdottir, stjóri á íslendska verjustovninum, tíðindini um, at kavbátarnir eftir øllum at døma kannaðu møguleikarnar fyri gassi og olju í økinum.
NATO sá bátarnar
Kavbátarnir, ið seinasta summar vóru norðan fyri Føroyar, vórðu har mesta partin av juni mánaði og nakrar dagar í juli í fjør.
Tað vóru flogfør hjá NATO, sum løgdu til merkis, at kavbátarnir vóru í økinum, og við Dagbladet, segði stjórin á íslendska verjustovninum, at kavbátarnir eisini høvdu verið inni í norskum og íslendskum øki.
Sosialurin hevur roynt at fáa fleiri viðmerkingar frá verjustovninum í Íslandi, men haðani vilja tey í dag bert vátta, at tað er møguleiki fyri, at russar hava virksemi í økinum norðanfyri Føroyar, og at tey ikki hava meira at leggja afturat í hesum málinum.
Vita onki í Føroyum
Hóast íslendingar eftir øllum at døma hava rættiliga stóra vitan um, hvat gongur fyri seg beint uttanfyri íslendskt sjóøki, so vita føroyingar millum lítið og einki.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við uttanríkismálum, sigur við Sosialin, at í tíðini, hann hevur verið í uttanríkisráðnum, hevur hann onga fráboðan fingið um hernaðarligt virksemi.
Men landsstýrismaðurin leggur tó afturat, at NATO fylgir við, hvat russar havast at, og í løtuni verður arbeitt við at styrkja sambondini millum londini í norðurhøvum.
– Tað er sjálvandi eitt danskt øki, sum vit eru eitt sindur á síðulinjuni um, men um onkur vandi er á ferð, so ganga vit útfrá, at vit fáa tað at vita, sigur Jørgen Niclasen, og leggur afturat, at kalda kríggið er liðugt.
Mjørkadalur veit onki
Hjá Færøernes Kommando, sum er einasta hernaðarliga eind í Føroyum, sær heldur ikki út til, at hava nógv at greiða frá í hesum máli.
– Vit hava sjálvir ongi amboð til at fylgja við kavbátum. Tað er bara um vit síggja teir, meðan vit sigla, sigur Eli Lyngvej-Larsen hjá Færøernes Kommando.
Hann leggur tó stóran dent á, at NATO heldur eyga við russum.
eij@sosialurin.fo
Myndatekstur:
ÁLOPSKAVBÁTAR Kjarnorkuriknir álops- og hjálparkavbátar stuðlaðu tveimum russiskum rannsóknarkavbátum, sum vóru í sjóøkið norðanfyri Føroyar
**
Russar hava fullan rætt at kanna
Tað órógvar ikki Jørgen Niclasen, landsstýrismann við uttanríkismálum, at russiskir kavbátar gera kanningar í sjóøki, sum Føroyar vegna Danmark hava gjørt krav uppá. – Teir hava fullan rætt at gera kanningar í økinum, og teir kunnu koma inn á 12 fjórðingar uttan at siga frá, sigur hann
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við uttanríkismálum, er á ongan hátt órógvaður av, at russiskir kjarnorku kavbátar eftir øllum at døma hava gjørt kanningar eftir kolvetni í økinum beint norðanfyri Føroyar, sum Danmark hevur gjørt krav uppá.
– Tá tað kemur til altjóða sjógv, so hava lond loyvi til at arbeiða har, sum teimum lystir. Vit hava ongar indikatiónir um, at russar vilja hava hatta økið, og vit duga heldur ikki at síggja, at teir skulu hava møguleika fyri tí, sigur Jørgen Niclasen.
Tað eru Føroyar, sum vegna Danmark, sum saman við Íslandi og Noregi hava gjørt krav upp á havbotnin og møguligt kolvetni í økinum uttan fyri 200 fjórðingar norðanfyri Føroyar.
Men áðrenn økið yvirhøvur er blivið føroyskt, nakað sum kann verða greitt um nøkur ár, hava russar helst gjørt kanningar eftir kolvetni í økinum.
– Vitanin hjá okkum um, at russar skulu vera í hasum økinum er ikki stór, men gongur tað fyri seg, so hava teir fullan rætt til tað, sigur landsstýrismaðurin.
Hann leggur afturat, at einasta málið hann dugir at síggja við, at russar gera kanningar í økinum, er til møguligar boringar, um tað skuldi blivið aktuelt.
– Men byrja teir upp á tað nú, so er støðan ein heilt onnur, tí tá bróta teir havrættarsáttmálan, sigur Jørgen Niclasen.
Hann leggur tó dent á, at fyri hann er kalda kríggið er liðugt, og sambært altjóða reglum hava russar loyvi til at koma inn á 12 fjórðingar uttan at siga frá, og enn nærri, um teir boða frá og bara sigla gjøgnum føroyskt øki.
eij@sosialurin.fo
Myndatekstur:
KALDA KRÌGGIÐ AV Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við uttanríkismálum sigur, at kalda kríggið er liðugt, og sambært altjóða reglum hava russar loyvi til at koma inn á 12 fjórðingar uttan at siga frá
**
Styrkja verjuna í Norðuratlantshavi
Formaðurin danska bólkinum í Norðurlandaráðnum, Niels Sindal, er sannførdur um, at tað er neyðugt at styrkja verjusamstarvið í Norðurlondum. – Tað kann gott vera, at russar hava loyvi til at sigla har í altjóða sjógvi, men hví skulu vera har millum Ísland og Føroyar?, spyr hann
Niels Sindal, formaður danska bólkinum í Norðurlandaráðnum, metir tað vera týdningarmikið, at Norðurlondini styrkja um samstarvið sínámillum. Hann hugsar serliga í samband við arktisku økini, men metir tað sama vera galdandi fyri onnur øki fyri norðan.
– Vit síggja, at tað eru fleiri og fleiri lond har norðuri sum røra uppá seg. Tað er ein spurningur um suvirenitet, og tí er neyðugt, at mann kann avvísa fremmandum valdum, um teir taka sær rættindi, teir ikki hava. Í tí sambandi er sera týdningarmikið, at Norðurlondini standa saman, sigur Niels Sindal við Sosialin.
Hann leggur afturat, at tað sigur seg sjálvt, at Russland hevur áhuga í øllum økinum fyri norðan.
– Teir hava eina øgiliga stóra strond, og hava sjálvandi áhuga í havøkjunum, men tað kann gott vera, at russar hava loyvi til at sigla har í altjóða sjógvi, men hví skulu teir vera har millum Ísland og Føroyar?, spyr formaðurin fyri danska bólkin í Norðurlandaráðnum.
Um hvørji konkret tiltøk skulu setast í verk hevur Niels Sindal ikki nakað heilt víst boð uppá, men vísir á, at tað kundi verið rættiliga gevandi at tikið støði í Stoltenberg frágreiðingini, og onkursvegna hava eftirlit úr luftini, og síðan avvísa skipum, sum koma ov nær.
eij@sosialurin.fo
Myndatekstur:
MEIRA EFTIRLIT Tað er ein spurningur um suvirenitet, og tí er neyðugt, at mann kann avvísa fremmandum valdum, um teir taka sær rættindi, teir ikki hava, sigur Niels Sindal
**
5
spurdu
Stoltenberg
(ella)
13
konkret
Uppskot
Í juni 2008 var Thorvald Stoltenberg av teimum fimm norðurlendsku uttanríkisráðharrunum biðin um at leggja fram uppskot til at styrkja um norðurlendska samstarvið um uttanríkis- og trygdarpolitikk.
Hendan varð latin uttanríkisráðharrunum í februar 2009 í Oslo. Úrslitið vóru 13 konkret uppskot um styrkt samstarv bæði viðvíkjandi trygdar- og uttanríkispolitikki.