Enska heimasíðan hjá stóra blaðnum, The Sun, hevur deilt eitt filmsbrot, har russiskir hermenn flyta vørur hjá Polar Seafood úr einum lastbili í annan.
Á heimasíðuni hjá Sermitsiaq verður greitt frá, hvør upprunin - ella rótin - til filmsbrotið er, og tað eru nógvir lesarar, sum spyrja, hví Polar Seafood stuðlar Russlandi í stríðnum.
Men, nevndarformaðurin í Polar Seafood, Henrik Leth, sigur, at virkið, sum felagið eigur lut í, stuðlar ikki Russlandi í sínari krígsførslu.
Hann vil í fyrsta lagi hava at vita, um fimsbrotið er veruligt, og hann heldur sjálvur, at brotið er manipulerað.
- Tað gevur onga meining at koyra frystan fisk upp í ein stríðsvogn úti á hermótinum, heldur nevndarformaðurin.
Hann ásannar tó, at tað er trupult at hava eftirlit við, hvar vørurnar á fiskavirkinum í Russlandi, sum Polar Seafood eigur 75 prosent í, enda.
- Okkum dámar sjálvandi ikki, at slík filmsbrot koma undan kavi. Um brotið er veruligt, má eg staðfesta, at vit ongar ætlanir hava um at stuðla russiska herinum.
Henrik Leth sigur, at Polar Seafood hinvegin bevíst hevur valt at stuðla ukrainska herinum við vørum, sum fyritøkan hjá teimum í Ukraina framleiðir.
Sermitsiaq veit at siga, at Polar Seafood hevur mist vónina um at kunna selja síni partabrøv í russiska felagnum, tí tað hevur ikki verið møguligt at funnið nakran keypara.
- Sjálvt um vit standa sum eigarar, hava vit lítla ávirkan á raksturin av felagnum, soleiðis sum støðan er í løtuni.
Nevndarformaðurin vísir á, at fyritøkan í Russlandi framleiðir til russiska heimamarknaðin.
- Áður fekk virkið rávørur úr Grønlandi, men tá Russland gjørdi innrás í Ukraina, steðgað veitingin úr Grønlandi, sigur Henrik Leth við Sermitsiaq.