– Henda vitjan skal vera við til at styrkja hernaðarligu bondini millum Russland og Norðurkorea, sigur ráðið sambært Reuters.
Sjojgu er á odda fyri sendinevnd, sum skal vera við til at hátíðarhalda 70 ára dagin fyri vápnahvíldina, sum steðgaði stríðnum í Koreakrígnum.
USA hevur skuldsett Norðurkorea fyri at veita hernaðarhjálp til Russlands, men hesum vísa bæði londini aftur.