Í Russlandi hevur ovasti leiðarin fyri landsins skógarumsiting, Alexej Savinov, fingið sekkin. Tað var Vladimir Putin, forsætisráðharri, sum kunngjørdi avgerðina eftir ein stjórnarfund.
Sambært forsætisráðharranum hevur Savinov mist arbeiðið, tí hann hevði ikki gjørt nóg mikið fyri at basa teimum nógvu og stóru skógareldunum, sum hava herjað Russland tær seinastu vikurnar.
Teir seinastu dagarnar hevur tað regnað nógvastaðni, og tað hevur gjørt, at nógvir skógareldar eru sløknaðir, men onkunstaðni logar enn.
Ein talsmaður fyri stjórnina í Moskva segði í gjár, at higartil hevur sløkkiarbeiðið kostað knappar tríggjar milliardir krónur. Harafturat kemur tann ovurstóri missurin hjá landbúnaðinum, sum hevur mist nógv orsakað av óvanliga nógvum hita og skógareldunum.