Tað minti ikki sørt um scenurnar úr Rocky IV (Ivan Drago vs. Rocky Balboa), tá John Ruiz sunnunáttina fór í ringin móti russiska risanum, Nikolay Valujev.
Dysturin um WBA-meistaraheitið gekk fyri seg í Berlin, og fyri fyrstu ferð á yrkisleið síni noyddist Valujev at standa á fótinum i samfull 12 umfør. Hann hevði annars undan hesum vunnið 43 dystir á rað fyri tíð, men nógv høvdu tó funnist at russiska risanum. Sagt varð, at Valujev, sum er 213 cm og vigar 148 kilo, bert hevði dystast móti vánaligum nevaleikarum, og at Ruiz ivaleyst megnaði at taka hann.
Men hetta eydnaðist ikki. The Monster from East, var snøgt ov stórur, til at Ruiz nakran tíð veruliga fekk fatur á honum, og tá dómararnir taldu atkvøðurnar saman, hevði russiski nevaleikarin fingið flestar.
114-114, 116-113 og 116-114 ljóðaðu atkvøðurnar, men hetta vóru bæði venjarin hjá Ruiz og nógvir av áskoðarunum ósamdir í, og tí royndi venjarin hjá Ruiz, Norman Stone at stjala beltið aftan á dystin. Venjarin hjá Valujev gjørdist frá sær sjálvum, og slerdi Stone fleiri ferð í andlitið. Aftan á nógv rok, fingu trygdarfólkini tamarhald á støðuni, og ein illur Norman Stone varð fluttur burt úr ringinum. Meðan Valujev lyfti beltið upp um høvd, skrivar Ekstra Bladet.
Boksifyriskiparin Don King segði aftan á dystin, at russarin, ið hevur vunnið allar sínar 44 dystir, nú skal til USA at royna seg í veruligum stórdystum.
Stone fær ivaleyst onkra bót fyri hetta. Tí hetta er ikki fyrstu ferð at illsinti boksivenjarin ger um seg. Fyri einum ári síðan bleiv hann tveittur út úr Madison Square Garden, aftan á at hann í fleiri førum rópti ókvæmisorð og hótti dómaran í dysinum millum Ruiz og Golotta.











