Russiski Ilya Repin (1844-1930) er ein tann størsti listamaðurin nakrantíð í alheimslistasøguni. Hann málaði tað fyrsta russiska samfelagið, fyrst og fremst menniskjalýsingar. Ein sjálvsmynd er frá 1878. Hann er í svørtum jakka og slipsi. Aftan fyri hann er ein djúpur, reyður litur, myrkur og flottur í klang-inum. Andlitið lýsir, eyguni eru følin og kensluborin. Hetta er hin følsami eygleiðarin, ið hyggur út í menniskjaverðina og eygleiðir menniskju í líðing og kærleika. Hann skrásetir og fangar hesar ymsu menniskjalagnurnar í eini mynd frá 1871, ið kallast Jesus vekir jairvsa dóttir frá deyðanum. Vit síggja heimsins ljós og frelsaran Jesus taka í hondina á hesi deyðu gentu, eitt yvirnatúrligt og gandakent úttrykk er í andlitinum á Jesusi. Fólk standa í myrkrinum undrandi og forvitin. Jesus er í einum bláum koti. Andlitið á deyðu gentuni er bleikt og følið, seingjarklæðini eru hvít, ein ljósastaki við trimum kertuljósum stendur á borðinum. Stemningurin í hesum skýmliga heldur myrka rúmi er mystiskur.
Ein onnur mynd kallast Pamdragarnir á Volgaánni. Vit síggja ellivu arbeiðsmenn stríðast við at draga ein stóran bát aftan á sær. Hetta ómenniskjansliga harða stríðið hevur fest seg við stórari kraft í andlitini á hesum arbeiðaranum. Teir stríðast øgiligt, teir síggja móðir og troyttir út, men eisini ein innari vilji og treiskni síggjast týðiliga í andlitum teirra. Teir vilja ikki geva upp. Hetta er helst sterkasta arbeiðaramynd, ið eg havi sæð. Aftanfyri teir sæst tann stóra Volgaáin og í bakgrundini stóri báturin báturin, ið teir stríðast við at draga. Sandur sæst fremst á myndini og aftan fyri teir sæst tann markleysa himmalrúmdin í ljósablaúm litum. Tað er arbeiðarafjøldin, sum heldur heiminum á flogi. At Ilya Repin var sosialistur, er ikki nakar ivi um. Øll rætthugsandi menniskju eru sosialistar. Tað eru bara blindir grádigir idiotar, ið trúgva uppá kapitalismuna.
Ein mynd kallast Sadko í undirvatnsheiminum. Hetta er ein sjáldsama rík og poetisk mynd. Fremst á myndini síggja vit eina nakna havfrúgv. Vit síggja krossfiskar og fiskar av ymsum slagi í hesm veldiga og ríka urtagarði á havsins botni. Vit síggja fleiri menniskjur í hesi myndini. Tað er eitt sera intenst, guddómiligt og yvirnatúrligt ljós í hesi myndini og eisini myrkir skuggar. Litklangirnir eru ótrúliga flottir. Hetta er ein sera rík og neyv mynd av tí ókendu verðini á havsins botni. Ilya Repin var ein tekniskt ótrúliga virtuosur málari. Hann dugdi væl at síggja, eygleiða og endurgeva neyvt, tað hann hevur sæð og upplivað.
Ein forvitin ein eitur ein mynd frá 1877. Eyguni á hesum manni eru intens og stingandi. Hann er heilt týðiliga bergtikin av onkrum mystiskum og loyndarfullum. "Eingin skilur lívið og eingin skilir deyðan," segði Tórbjørn Olsen eina ferð við meg. Ein onnur portrettmynd kallast The Archdeacon frá 1877. Maðurin er í einum svørtum kappa, skeggið er veldugt og grátt-hvítt. Andlitsbráið er merkt av beiskleika og av djúpum, døprum álvara. Stóru hendurnar siga tó frá eini styrki.
Eitt portrett av einum, ið kallast Arkmip Kuinji frá 1877, er endurgivið í svørt-hvítum. Eyguni eru intens myrk og kraftmikil. Maðurin hevur skegg. Ljós og skuggarnir á andlitinum eru ófatiliga flott málað. Hesin maðurin hevur tað ikki gott. Hann pínist innaní, men lívsins beiskleikar hava tó givið innlit, mátt og substans. Ein fantastiska hugtakandi tekning eitur Tann kubanska Sarah. Hetta er ein fantastiska vøkur myrkhærd kvinna. Náði og kærleiki merkjast týðiliga í hesum vakra andliti. Ein onnur kvinnumynd er av Pelagia Strepetova. Líðing sæst í myrku eygunum á hesari fantastiskari kvinnu. Hon hevur ikki funnið kærleikan enn, men hon er søkjandi og hevur vón. Hetta er ein hálovan til tann kvinnuliga vakurleikan. Ljós og skuggaspælið í andlitinum eru fantastiska flott málað. Klæðini hjá hesi kvinnu eru myrk og myrkareyður litur í bakgrundini skapar dynamikk í myndini. Hetta er ein "besjela" mynd. Ilya Repin hevði ein sterkan og samkensluríkan áhuga fyri menniskjanum. Sálin er eitt ótømandi hav. Ljósið hevur ongan enda. Myrkrið hevur heldur ongan enda. Eitt portrett er av Vladimir Stasov. Hetta er ein sera týdningarmikil og karismatiskur maður. Hann hevur stórt skegg. Hetta er ein eldri maður, sum hevur havt eitt ríkt andslív og hevur upplivað nógv. Andlitsbráið er álvarsamt, men eisini milt og kærleiksfult. Onnur helvtin av andlitinum er ljós, hetta skapar ein sterkan dynamikk í hesi myndini. Eitt annað portrett er av tí kenda russiska komponistinum Mvsorgsky frá 1881. Hann var alkoholikari. Nøsin er reyð, andlitsbráið er ríkt og livandi og sera kensluborið, men tað er doyvt av alkoholi. Mvsorgsky var ov kenslusamur til at vera edrúur. Tað var pínufult fyri hann at vera edrúur, tí doyvdi hann pínuna hjá sær við alkoholi.
Ein onnur mynd kallast Tey høvdu ikki væntað, at hann kom aftur frá 1888. Vit síggja eitt landastrok í brúnum síðum koti. Eyguni á hesum manni eru forpínd og sterk. Vit síggja, hvussu fólkini eru kløkk og skelkað. Tey hildu, at hann langt síðani var deyður. Í eini mynd frá 1874-85 síggja vit ein mann blíva lýstan í bann av einum óndum fantastiskum presti, sum heldur einum krossi í hondini. Hesin neyðarsligi maðurin, sum verður lýstur í bann, er bleikur, slitin, forpíndur og sær neyðarsligur út.
Í einum málningi frá 1885 síggja vit Ivan hin Ræðuliga hava dripið sonin hjá sær. Hann heldur hann í fanginum. Blóð er á andlitinum hjá hansara dripna soni. Skuldarkenslan yvir hetta ræðuliga brotsverk stendur neglt við stórari kraft í tí óhugnaliga intensa og sjúkliga eygnabránum. Ljós, skuggar og klangspælið í hesi myndini eru einastandandi flott. Ingálvur av Reyni segði við meg, at "sjálvt Hitler og Judas kunnu fáa fyrigeving um teir bóðu um tað". Eitt portrett er av Mikhail Glinka, sum arbeiðir við operaini Rusian Ocliudmila. Hetta er ein sera klókur maður, sum er upptikin av sínum arbeiði av at lesa og skriva. Andlitisbráið er myrkt og bergsøgið.
Í eini mynd frá 1888 síggja vit ein mann, sum skal avrættast. Hann sær øgiliga forpíndur út. Hann hevur ketur um hendurnar. Tann kraftigi bøðilin heldur í einum stórum svørði klárur at høgga heysin av hesum neyðars manni. Andlitisbráið á bøðlinum er rátt, kalt og sera ónt, men ein prestur roynir at steðga hesi avrætting. Andlitsbráið á prestinum er dapurt, álvarsligt, men eisini fult av vísdómi. Tveir aðrir fangar við ketu um hendurnar síggjast eisini. Hvør vinnur, presturin ella bøðilin, fáa vit ikki at vita, men eg vænti, at presturin við sínum næstrakærleika og vísdómi er sterkari og vinnur á tí ónda bøðlinum.
Ein onnur mynd avmyndar nakrar menn, sum skriva mótmælisbræv til tann turkiska sultanin. Teir eru fullir, gott veitslulag er í hesi myndini, men sanniliga eisini arging og óndskapur.
Ilya Repin hevur gjørt nakrar myndir av stóra russiska rithøvundanum Leotolstoy. Vit síggja hann í eini meistaraligari tekning sita við borðið. Hann sær sera konsentreraður og klókur út. Hetta er ein maður, sum hevur hugsað meiri enn fjøldir av fólki, men nakað dapurt, álvarsamt og forpínt eru yvir tí kraftfulla andlitisbránum hjá hesum sera klóka manni. Skeggið er stórt og hann sær rættiliga slitin og herdaður út. Eitt langt lív hevur fylt henda mann við vísdómi og innliti. Men genialt skapandi fólk pínast ofta inni í sálini av sterkari líðing. Tað er líðingin, sum hevur skapt tann størsta skaldskapin, listina og tónleikin, vit kenna.
Ilya Repin hevur gjørt eina sjálvsmynd, tá hann var gamal maður frá 1920. Skeggið er grátt, eygnabráið er følið og kensluborið. Hann hevur eitt langt og skapandi lív aftan fyri. Hann hevur sæð og upplivað nógv gjøgnum eitt langt lív.
Mær dámar ikki allar myndirnar hjá Ilya Repin, men hann hevur gjørt fleiri ódeyðilig meistaraverk. Hann lýsir menniskjað soleiðis sum tað er.










