Hóast inflasjónin í Russlandi er stór, og nógvur peningur er fluttur av landinum, er tann russiski búskapurin sterkari enn búskapurin í fleiri av ES-londunum. Tað heldur í hvussu er tann russiski forsetin, Dmitrij Medvedev.
-Sum heild er okkara búskapur meiri eintáttaður og sterkari enn búskapurin í einstøkum ES-londum, segði forsetin við russiskar fjølmiðlar. Hann legði afturat, at myndugleikarnir hava tamarhald á inflasjónini, sum er minkandi og fer at liggja um sjey prosent í ár.
Upplýsingar hava víst, at næstan 400 milliardir krónur eru fluttar úr Russlandi í ár, men sambært Medvedev hava myndugleikarnir ikki skyldina. Hann sigur tó, at hetta álvarssamt, og at myndugleikarnir fara at venda gongdini.
Greinarar siga, at tung umsiting, korrupsjón og nógvur skattur darvar huginum at gera íløgur í Russlandi.