Fyri nøkrum døgum síðani tóku tann høgrasinnaði flokkurin Samgongan og kommunistaflokkurin seg saman at fordøma Vladimir Putin, forseta. Flokkarnir vilja vera við, at forsetin hevur gjørt tjóðartingsvalið til ein glæntrileik, og at tað hvørki verður frítt ella rættvíst.
Tað eru heldur ikki bara hesi, sum finnast at luti forsetans í sambandi við valið. Tann altjóða viðurkendi granskarin Liilja Sjevtsova sigur við Aftenposten, at Putin nýtir allar snildir, so hann kann fáa eitt tjóðarting, sum er til reiðar at fylgja boðum hansara. Hon heldur, at russiska valdsskipanin er vorðin munandi miðsavnað, síðani Putin kom framat.
Hesum tekur Michael McFaul á lærda Stanford-háskúlanum undir við. Hann sigur, at sjálvt um russiski forsetin hevur styðjað búskaparligar nýskipanir og økt samskiftið við Vesturheimin, er hann ikki demokratur. Stýringin er miðsavnað, og tað er demokratiið, sum er við undirlutan, sigur hann.
Almennu russisku fjølmiðlarnir verða eisini lagdir undir at ganga ørindi fyri forsetan upp undir valið. Hetta hevur verið so mikið eyðsýnt, at fyri nøkrum døgum síðani mótmælti evropeiski menningar- og samstarvsfelagsskapurin OSCE framferðini hjá fjølmiðlunum.










