Russiska tjóðartingið vil ikki leingja kjarnorkuavtalu

New Start er seinasta núverandi avtalan um kjarnorkuvápnaeftirlit millum USA og Russland.

Tað er nú greitt, at russiska tjóðartingið helst fer at taka undir við forsetanum, Vladimir Putin, um ikki at leingja kjarnorkuvápnaavtaluna við USA.

 

Í dag hevur undirhúsið í russiska tjóðartinginum - Dumain - viðgjørt ynskið hjá forseta landsins um fyribils at seta avtaluna í eina bíðistøðu. 

 

Sambært Reuters er væntandi, at tjóðartingið seinni í dag fer at taka undir við uppskotinum hjá forsetanum.

 

New Start er seinasta núverandi avtalan um kjarnorkuvápnaeftirlit millum USA og Russland.

 

Avtalan varð undirskrivað í 2010, sum ein leingjan av Start-avtaluni millum londini frá 1991.

 

Styttingin Start stendur fyri Strategic Arms Reduction Treaty, sum er avtalan um at minka um strategisku vápnini hjá londunum.