Russiska heimasíðan hjá The Moscow Times er blokkerað

Tann russiska útgávan av tí 30 ára gamla blaðnum er stongd vegna umstrídda frágreiðing um løgregluna

 

Russisku myndugleikarnir hava blokkerað atgongdina til heimasíðuna hjá russiskt mæltu útgávununi The Moscow Times, sum seinastu 30 árini síðani Sovjetsamveldið fór í søguna hevur borið russisk tíðindi.

Upprunaliga útgávan av The Moscow Times varð stovnað í 1992 av hollendska íverksetaranum Derk Sauer.

Russiska útgávan varð stongd vegna eina frágreiðing, sum myndugleikarnir siga vera ósanna. Hon snýr seg um, at leiðandi løgreglufólk úr átaksbólkum undir ófriðinum, eftir øllum at døma nokta at stríðast í Ukraina.

Ensktmælta útgávan av heimasíðuni er ikki steðgað.

Roskomnadzor, sum er skipanin,  ið hevur eftirlit við miðlunum, upplýsir, at russiskt mælta heimasíðan hjá The Moscow Time er stongd eftir boðum frá ríkisákærumyndugleikanum.

Novaya Gazeta, sum er størsta óhefta blað í Russlandi, steðgaði síðst í mars mánaði øllum útgávum, til tað ikki longur er kríggj í Ukraina. Blaðið hevði frammanundan fingið fleiri ávaringar frá miðlaeftirlitinum í Moskva. Myndugleikanir revsa harðliga miðlar, sum ikki skriva tað, sum Kreml vil hava teir at skriva.

59 ára gamli blaðstjórin á Novaya Gazeta, Dmitrij Muratov, fekk í fjør Nobel friðarheiðursløn fyri sítt íkast til talufræsli í Russlandi. Hann vekk virðislønina saman við filippinskt-amerikanska gravarajournalistinum Maria Ressa. Hon rekur tíðindatænastuna Rappler í einum miðlahúsi fyri gravandi journalistik.

Novaja Gazert er søgd at vera tann týdningarmesta valdsatfinningarsama blað við tjóðarligum týdningi í Russlandi. Blaðið skrivar millum annað um statsligt mutur, politiskan harðskap, valsjusk og brot á mannarættindi.

Tilsamans seks journalistar á blaðnum eru dripnir, síðani blaðið kom út fyrstu ferð í 1993, teirra millum Anna Politkovskaja.

/ritzau/Reuters