Russiska verjumálaráðið upplýsir, at tvey russisk supersonisk flogfør í kvøld hava verið á einari 14 tímar langari ferð yvir Barentshavinum og Norska Havinum.
Tíðindastovan Reuters veit at siga, at flogið varð yvir uttanveltaðum sjóøki á hesum leiðum.
At flogførini eru supersonisk - ella yvirljóðsflogfør, sum tað kallast á føroyskum - merkir, at flogførini kunnu flúgva skjótari, enn ljóðið ferðast.
Talan var um tvey sonevnd Tu-160 strategisk bumbuflogfør. Fogførini kunnu bera konventionell vápn, men tey kunnu eisini bera kjarnorkuvápn, veit Reuters at siga.