Russisk skip fáa ongar veitingar hjá Effo Bunkers

- Soleiðis, sum støðan er í løtuni, fáa russisk skip – hvørki fiskiskip ella farmaskip – nakra veiting hjá Effo Bunkers í Fuglafirði, sigur Sverri Steintún.

 

Á forsíðunum hjá bæði Effo og Magn eru ensk og russisk fløgg sum vísa, at her kunnu keyparar í serligum faldara lesa um veitingar hjá oljufeløgunum. 

 

Hyggja vit í russiska faldaran hjá Effo, sum eigur Effo Bunkers í Fuglafirði, ið veitir tungolju, stendur at lesa, at bunkring er ein týdningarmikil partur av skipaferðslu, og her verður eisini víst á, at einasta stað, sum veitir tungolju til skip á vinnuligum grundarlagi í Føroyum, er Effo Bunkers í Fuglafirði.

 

Í faldaranum hjá Effo, skrivaður á russiskum, stendur eisini, at fyritøkan bjóðar tænastur allar tímar í samdøgrinum. 

 

Men, soleiðis er ikki í løtuni, og tað váttar Sverri Steintún, sum er kontakspersónur hjá Effo Bunkers í samband við terminalin í Fuglafirði. Hann sigur, at eingi russisk skip í løtuni fáa nakrar veitingar við tungolju hjá Effo Bunkers í Fuglafirði.

 

- Soleiðis, sum støðan er, fáa russisk skip – hvørki fiskiskip ella farmaskip – nakra veiting við tungolju í Fuglafirði í løtuni.

 

Í samrøðu við VikuskiftisSosialin, sum er komin í dag og sum fæst til keyps í blaðsølunum kring landið, sigur Sverri Steintún, at hann kann ikki siga nógv meira enn hetta um málið í løtuni, men vísir til fólk, sum sita ovari í fyritøkuni.

 

- Eg kann leggja aftrat, at tá alt var, sum vanligt, høvdu vit stórar veitingar við tungolju til eitt nú russisk skip á Fuglafirði.

 

Sverri Steintún vísir á, at í løtuni eru tað bara føroysk skip og Havsbrún í Fuglafirði, sum fáa veitingar við tungolju hjá Effo Bunkers.

 

Í VikuskiftisSosialinum verður lagt aftrat, at stongsulin hjá Effo Bunkers í Fuglafirði mótvegis russiskum skipum ikki neyðturviliga er galdandi fyri aðrar veitingar hjá Effo og Magn til russisk skip í Føroyum.

 

##med2##