Eitt av skipunum er »Lira«, sum hevur ligið við Skansabryggjuna í Havn í nakrar dagar.
Eitt annað er á skipasmiðjuni í Havn, har tað verður vaksað og málað. Tað er Melkart 5, sum norðmenn leggja undir at hava skatt telekaðal millum Noreg og Svalband. Skipið hevur siglt útvið 140 ferðir yvir kaðalinum, áðrenn tað kom til Føroya á beding.
Sambært sendingini komu systiruskipini Ester og Lira til Kirkenes í noveber 2022. Tá komu skipini úr Føroyum.
Á bryggjuni stóð løgreglan fyri teimum til rutinueftirlit. Teir byrjaðu umborð á Liru. Alt sá út til at vera í lagi á verksmiðjuskipinum, til teir koma til einar læstar dyr. Hinu megin dyrnar funnu teir ein persón, sum sat við gamla radioútgerð.
Løgreglan tók myndir og sendi til norsku fregnartænastuna
Bara nakrar tímar seinni funnu teir somu útgerð umborð á Ester.
Har sat eisini ein maður við útgerðina handan stongdar dyr.
Meira kann lesast um málið við at trýsta her
##med2##
##med3##