Russisk framgongd - men ukrainar fremja mótálop

- Russar hava framvegis flutningstrupulleikar, veksandi tap og møta framhaldandi ukrainskum mótálopum.

Í kvøld skriva útlendskir miðlar, at russar hava havt eina ávísa framgongd í krígnum í Ukraina í dag.

 

Hetta vísir ein nýggj frágreiðing hjá ISW, Institut for the Study of War. 

- Russiskar herdeildir hava havt ávísa framgongd eystan fyri Kiew og norður eftir frá Krim-hálvoynni. 

 

Í frágreiðingini hjá ISW verður sagt, at russar framvegis hava flutningstrupulleikar, veksandi tap og eru framhaldandi fyri ukrainskum mótálopum.

 

Lagt verður aftrat, at russiskar herdeildir annað dagin á rað ikki hava framt álop í ein útnyrðing úr ukrainska høvuðsstaðnum.