Nøkur russisk bumbuflogfør av slagnum TU-160 komu í gjár til Venesuela, har tey skulu venja saman við flogførum hjá venesuelska flogvápninum.
Tað var venesuelski forsetin, Hugo Chavez, sum boðaði frá felags venjingini. Hann segði seg fegnast um, at Russland hevði sent flogfør til landið, og sjálvur ætlaði hann sær á flog við einum av teimum russisku flogførunum.
Viðurskiftini millum Venesuela og USA hava leingi verið spent, og eygleiðarar siga, at avgerðin hjá Hugo Chavez at bjóða russiskum bumbuflogførum hagar at venja fer ikki at linna spenningin við Washington. Men tað tyngir eftir øllum at døma ikki Chavez. Hann hevur tvørturímóti sagt, at hann umhugsar at fara ein túr við einum av teimum russisku flogførunum til Kuba at vitja gamla vinmannin Fidel Castro.










