Tvey russisk bumbuflogfør av slagnum Tupolev Tu-142 vóru fyrr í vikuni á ófráboðaði vitjan í íslendskum loftrúmi. Tað skrivar íslendska Kringvarpið RUV, ið eisini upplýsir, at hetta er aðru ferð í ár, at russisk bumbuflogfør eru uppdagað í íslendskum loftrúmi.
Bumbuflogførini høvdu sløkt samskiftisútgerðina og ikki boða frá teirra vitjan, tá myndugleikarnar sóu á radarskíggjunum, at tveir ófráboðaðir gestir vóru innanfyri íslendska loftrúmið. Tveir italskir jetjagarar vóru sendir avstað at kanna tilburðin og kundu staðfesta, at talan var um tvey russisk bumbuflogfør.
Í tíðindaskrivi frá íslendski stjórnini verður uttanríkisráðharrin Guðlaugur Þór Þórðarson endurgivin fyri at siga, at hendingin er einans seinastu liður í vaksandi russiska hernaðarliga virkseminum nærhendis Ísland.
RÚV upplýsir, at italsku jetjagararnir eru tveir av fýra Eurofighter Typhoon EF-2000, ið eru á varðhaldi yvir Íslandi sum partur av NATO-samstarvinum.

Russisk bumbuflogfør í íslendskum loftrúmi

