Russell Crowe skal spæla Nóa

Avstralski sjónleikarin, Russell Crowe skal spæla Nóa í nýggja Hollywood stórfilminum um bíbilska Nóa og hansara ark.

 

Paramount Pictures og New Regency Productions almannakunngjørdu í gjár, at Oscar-vinnarin, Russell Crowe hevur fingið leiklutin sum Nóa í tí komandi filminum hjá Darren Aronofsky, sum eisini hevur verið Oscar tilnevndur. Filmurin fær heitið Noah, og verður frumsýndur í Amerika 28. Mars í 2014.

 

Afronofsky sigur soleiðis við útlendskar miðlar.

 

- Eg vil fegin siga takk til Paramount Pictures og Regency fyri at stuðla mínari verkætlan um at stápla hetta stóra bíbilska verkið á beinini. Eg eri errin av at arbeiða saman við Crowe á hesari ævintýraferðini. Hansara evni eru stór, og tey

gera, at eg kann sova róligt. Eg gleði meg til okkara komandi samstarv, sigur Aonofsky.

 

Tann komandi filmurin “Noah” fylgir tí bíbilska Nóa tætt.

 

Handritið er skrivað av Aronofsky og Ari Handel við hjálp frá John Logan, sum eisini hevur gjørt Gladiator og Hugo.