Seint sennapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at ein russiskur sjómaður við einum russiskum skipi, sum lá í Runavík, brádliga var smollin um.
Sjúkabilur varð sendur eftir manninum, men tann 53 ára gamli sjómaðurin stóð ikki til at bjarga og sostatt varð staðfest, at hann var deyður. Nú verður so skipað fyri at at flyta líkið heim til Russlands, har hann verður jarðaður.










