Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl á Ta´Qali tjóðarleikvøllinum á Malta.
Malta og Føroyar fara at spæla fyri at sleppa undan aftasta plássi í UEFA Nations League D og bólki 3.
23. maður á vøllinum verður russiski dómarin Vitali Meshkov. Hann er føddur 18. februar 1983 og er sostatt 35 ára gamal.
Vitali Meshkov hevur verið dómari í bestu russisku deildini síðani 2010 og altjóða dómari síðani 2012.
Fimm ferðir hevur hann verið dómari í landsdystum. Felags fyri hesar allar er, at talan hevur verið um vinardystir, og at talan hevur verið um ungdómslandsdystir.
Í einum av hesum dystunum var Føroyar annar parturin. Tað var sætta september 2013, tá ið føroyska U-19 landsliðið tapti 5-0 imóti Montenegro.
Ein spælari á føroyska liðnum, sum var við ímóti Montenegro fyri fimm árum síðani, er á føroyska liðnum í kvøld. Tað er Brandur Hendriksson Olsen, sum var liðformaður ta ferðina.
Hjálpardómararnir í kvøld eru Anton Averianov og Dmitri Mosyakin, og máldómarar eru Sergei Lapochkin og Mikhail Vilkov. Maðurin, sum fer at taka sær av útskiftingum og klokkuni, sum vísir, hvussu nógv tíð verður løgd aftrat, eitur Maksim Gavrilin. Eins og dómarin eru allir hjálpardómararnir úr Russlandi.