Russisku skipini, sum liggja við føroyskar bryggjur og taka í móti upsa, eru ikki orsøkin til, at føroyingar ganga arbeiðsleysir. Tað er beint øvugt, sigur Árni Dam, stjóri á Faroe Agency, sum er umboð fyri russisku skipini.
Ingeborg Vinther, formaður i Føroya Arbeiðarafelag, er ósamd við honum í hesum sjónarmiði. Hon heldur tað vera heilt burturvið, at fiskurin skal fara av landinum soleiðis, meðan føroysk arbeiðsfólk ganga við hond í lumma og liva - so dánt - av ALS.
Men tað er ikki tí, at russararnir hava tikið nakað arbeiði frá føroysku flakavirkjunum, sigur Árni Dam. Teir hava hinvegin gjørt, at føroysk virki nú knappliga eru farin at bjóða upp á fiskin. Og tað kann bara vera ein vinningur.
?Tann vinningurin kemur so ikki teimum, sum veiða fiskin, til góðar, sigur Ingeborg Vinther. Hann fer beinleiðis í nakrar fáar reiðaralummar. Og tað er forkastiligt, at okkara tilfeingi, sum øll eiga, skal fara soleiðis til privatan vinning hjá nøkrum fáum monnum, sigur hon.
Skapa arbeiði
?Russisku skipini hava stóra avleiðandi vinnu við sær, sum leggur nógvar pengar eftir í Føroyum, sigur Árni Dam, umboðsmaður. Bæði í handli og tænastum, Og eisini nógvir arbeiðsmenn hava fingið tímar umborð har, vísir hann á.
?Tað kenni eg einki til, sigur Ingeborg Vinther. Tað eru so ikki okkara limir.
Hon sigur, at hon ikki leggur russararnar sum so undir at fara avstað við nøkrum arbeiðsplássum. Men at tað eru okkara myndugleikar, serliga teir ábyrgdarhavandi politisku, sum eru ódugnaligir og ongar visiónir hava.
?Tað ringja fólk til okkum og kæra seg um, at tey fáa ikki arbeiði, men mugu standa og hyggja at, meðan fiskurin fer umborð á fremmand skip, sigur hon.
?Tann smái fiskurin, sum russararnir keypa, er fiskur, sum annars hevði farið heilur av landinum niður á europeiska marknaðin og so gjørt, at tann størri fiskurin, sum kundi verðið arbeiddur á føroyskum virkjum, heldur ikki fær prís, sigur Árni Dam. Men nú fara russar við tí smáa fiskinum til sín egna heimamarknað. Soleiðis minkar nøgdin á okkara traditionella marknaði, og prísurin fer tí uppaftur. Vit hava sæð dømi um, at føroysk virki nú í seinastuni eru farin at bjóða sama prís, sum russar bjóða fyri tann fiskin, vísir hann á.
?Fólk ringja og senda eisini mail til okkum, har tey lova okkum stuðul við hesum tiltakinum. Til dømis fekk eg e-mail frá 26 fyritøkum nú um dagarnar, har tær søgdu frá, at tær hava havt inntøkur av arbeiði og handli í samband við russararnar, sigur Árni Dam.
Ingeborg Vinther hevur ikki hug at gera fleiri viðmerkingar til hatta, sum hon tekur til. Tað mugu onnur loysa, sigur hon.
Hægri prísur
Rusisku skipini hava hækkað prísin á upsanum munandi, vísir Árni Dam á.
Hann sigur, at tá ringast stóð til, vóru skip, sum seldu smáan upsa, tað, sum føroyingar vanliga plaga at nevna seið, fyri 65 oyru netto. Í dag er ikki óvanligt, at nettorprísurin liggur umleið hávafjórðu krónu fyri kilog, sigur hann.
Hann vísir á, at eisini føroysk virki eru nú farin at bjóða hendan prísin fyri upsan, og tað kom ikki fyri, áðrenn russararnir komu hendanveg.
Árni Dam heldur tað vera ikki minni enn eina vanlukku, um vit nú gera tað so í Føroyum, at hesir sáttmálarnir, sum russararnir hava fingið, ikki verða longdir.
?Vit hava í áravís arbeitt fyri at fáa teir hendanveg, sigur hann. Teir hava ligið í Noreg og keypt fisk, og norðmenn vilja fegnir hava teir aftur. Fara vit nú at steðga hesum avtalunum, missa vit trúvirði, og tað fer at taka nógv ár at arbeiða tað uppaftur.
Hann vísir á, at russisku skipini hava fingið umvælingar og provianterað í Føroyum fyri nógvar túsund krónur. Manningarnar hava keypt fyri aðrar heilt nógvar túsund krónur
?Vit hava fleiri ferðir leigað flogfar frá Atlantsflogi til Ruslands við og eftir fólki til hesi skipini, umframt at vit hvørja viku keypa einar tíggju ferðaseðlar ella so til fólk, sum ferðast millum Russland og Føroyar í samband við hetta virksemið, sigur Árni Dam. So alt í alt eru tað ikki smápengar, hesi skipini leggja eftir seg her hjá okkum, og eg eri rættiliga nógv í iva um, um teir yvirhøvur eru atvold til, at nakar føroyingur hevur mist arbeiði. Sjálvur haldi eg, at tað er beint øvugt, sigur hann.









