Russararnir koma - aftur

Fyri oljupengar eru russar í ferð við at menna hermegina og tað í stórum. Málið er, at í framtíðini skal eingin vinna Russlandi neisur uttan at fáa sviðan av tí.

Forsetaskeiðið hjá Vladimir Putin er farið at styttast, og nógv bendir á, at honum nýtist ikki at fara langt fyri at finna tann rætta eftirmannin. Í hvussu er tykist tað alt meiri sjónligt, at Putin longu hevur gjørt av, hvør skal seta seg í forserasessin, tá hann fer úr honum. Hesin maðurin eitur Sergej Ivanov. Hann er verjumálaráðharri í russisku stjórnini, og nógv bendir á, at hann hevur fingið rættiliga rúmar ræsur til at fyrireika seg og Russland til forsetaskiftið.

Sergej Ivanov hevur ongantíð dult fyri, at eftir hansara tykki var tað eitt mistak, tá Mikhail Gorbatjov skrivaði undir semjuna við Ronald Reagan um at beina fyri teimum langtberandi kjarnorkurakettunum fyri 20 árum síðani, og hesa áskoðan hevur hann enn.

-Avtalan gjørdi, at í dag eru tað bara Russland og USA, sum ikki kunnu hava slík vápn, sjálvt um tey kundu verið gagnlig fyri okkum, segði Ivanov fyri átta døgum síðani.


Dubbing

Síðani Sovjetsamveldið datt sundur, hevur russiska hermegin havt trong kor at virka undir. Vanlukkur hava avdúkað, at hermegin var í vánaligum standi, og í Kekenia hevur herurin havt stórar trupulleikar við at basa uppreistrarmonnunum. Tí hevur russiska hermegin verið roknað sum ein viðfáningur av tí, sum hon gav í gomlu sovjettíðini.

Men nú er vent í holuni. Tær ovurstóru inntøkurnar frá gassi og olju hava givið teimum ráðandi høvi til at brúka pengar upp á hermegina, og á fíggjarlógini fyri árið í ár eru 860 mia. rublar ella umleið 200 mia. krónur settar av til hernaðarmál. Tað er heili 23 prosent meiri enn í fjør og 19 prosent av allari fíggjarlógini.

-Herurin og herflotin hava ongantíð verið so væl fyri seinastu 20 árini sum nú. Okkara uppgáva er at tryggja, at hermegin verður uppaftur sterkari, enn hon var í sovjettíðini, segði Sergej Ivanov í einari røðu í tjóðartinginum herfyri.

Málið hjá verjumálaráðharranum er, at í 2015 skal Russland verða ført fyri at svara hvørjari einastu avbjóðing, men longu nú eru broytingarnar sjónligar. Hernaðarfrøðingar siga, at russiska hermegin hevur verið fyri stórum broytingum tey seinastu árini við nýggjum rakettum, flogførum, tyrlum, kavbátum og stríðsvognum. Alt er fyrsta floks útgerð við allari nútímans tøkni.


Fjølbroytt

Tað eru ikki vápn av tí lætta ella veika slagnum, sum standa ovast á skránni. Í ár fær herurin 14 nýggjar kjarnorkurakettir av slagnum Topol-M, og tað eru 10 fleiri, enn herurin fekk í fjør. Í dag hevur Russland 40 rakettir av hesum slagnum. Í ár koma fýra hernaðarligir fylgisveinar afturat umframt rakettir til at skjóta teir út í ringrás um Jørðina, og á russiskum skipasmiðjum hevur herflotin bílagt 31 herskip umframt átt kavbátar, sum verða útgjørdir við rakettum.

Flogvápnið fær eisini sítt. Innan 2015 skal flogvápnið fáa 50 bumbuflogfør afturat av slagnum Tu-160 og Tu-95, og harumframt skulu allar deildirnar hjá flogvápninum hava nýggj jagaraflogfør og nýggjar tyrlur.

Herurin skal eisini hava nýggja útgerð. Burtur av játtanini í ár fáa sjey stríðsvognadeildir og 13 aðrar deildir nýggja útgerð so sum kanónir, rakettir og akfør og alt av nýggjasta slagi. Harafturat skulu hermenninir fáa betri umstøður.

Fyri bara fáum árum síðani ætlaði russiska leiðslan at seta verjuskylduna úr gildi, men tann ætlanin er nú slept. Ístaðin fyri er avgjørt at skerja herin, so hann fer at telja eina mió. hermenn ella 130.000 færri enn nú.


Aftur ein hóttan

Sum ein av grannunum hjá Russlandi hevur Noreg fylgt væl við teirri nýggju dubbingini hjá russum, og norska blaðið Aftenposten avdúkaði nú um dagarnar, at norskir politikarar og verjuleiðslan eru farin at brúka eitt øðrvísi orðalag um Russland nú enn fyri bara fáum árum síðani.

Tá var vanligt at hoyra norskar politikarar siga, at Russland var ikki tann hóttanin, sum Sovjetsamveldið eina ferð var, men røður, sum Aftenposten hevur kannað, vísa týðiliga, at uppfatanin er ein onnur í dag. Í einari frágreiðing um norskan verjupolitikk tey næstu fimm árini verður Russland fyri fyrstu ferð í mong ár umrøtt sum ein hernaðarlig hóttan.

Síðani Sovjetsamveldið fór í upploysn, og tann hernaðarliga hóttanin eystaneftir hvarv, er norski verjupolitikkurin nógv broyttur. Fleiri støðir eru lagdar niður, og hermannatalið er skert munandi. Men nú siga bæði Anne Grete Strøm-Erichsen, verjumálaráðharri, og Torgeir Hagen, verjuovasti, at Noreg má laga sín verjupolitikk eftir tí, sum grannin ger.


Aftur á pallin

Skrivarin í norska verjumálaráðnum, Esben Barth Eide, heldur, at Russland roynir at endurvinna sær sæti sum ein virkin leikari á altjóða pallinum, og at tær ovurstóru inntøkurnar frá oljuni og gassinum hava gjørt, at landið hevur fingð høvi til at útvega sær virðing og ávirkan.

-Vit tosa ikki um eit nýtt Kalt kríggj, men at tað russiska stórveldið er á veg aftur á pallin eftir at hava verið áskoðari í nøkur ár. Hjá okkum ræður um at reka ein politikk, sum byggir á samstarv og fastleika ísenn. Ja, tað hevur ongantíð verið so umráðandi at reka ein politikk, ið byggir á samskifti og samstarv - ikki bara við Russland, men eisini onnur, sigur Esben Barth Eide.

Hann vísir á, at Noreg hevur økt játtanina til at nútímansgera verjuna, nú Russland dubbar sína hermegi. Ætlanin er at nútímamsgera fleiri skipanir og at geva hermegini meiri fólk.