Russararnir koma

Fyri fyrstu ferð skulu russiskir hermenn taka lut í einari hernaðarvenjing í Svøríki, skrivar Aftonbladet.

Mánadagin var svenski verjumálaráðharrin, Leni Björklund, í Moskva og tingaðist við russiska verjumálaráðharran, Sergej Imanov, og úrslitið av tingingunum var, at ein russisk herdeild verður við í einari altjóða venjing, sum verður í Norðursvøríki í januar, og sum hevur fingið heitið "Kavaflykrur".

Á fundinum samdust ráðharrarnir eisini um at skipa fyri einari felags herflotavenjing í Eystrasalti, men tað er ikki avgjørt, nær hon verður. Svenski verjumálaráðharrin segði aftan á fundin, at endamálið við herflotavenjingini er at fáa staðfest, hvussu ein best kann bjarga manningini á einum kavbáti, sum søkkur niður á botn.