Russarar fingið nýggjan konsul í Føroyum

– Hon tekur við eftir Árna Dam, sum var konsul í nógv ár

Russarar hava nú fingið nýggjan heiðurskonsul í Føroyum eftir Árna Dam, sum var konsul í nógv ár. Hann var fyrsti russiski konsulin í Føroyum, men hann andaðist í februar í ár og síðani hava russarar ongan konsul havt her. 

 

Nýggjur, russiskur konsul í Føroyum er ein kvinna, Maria í Akrabyrgi. Hon er annar av stjórunum í Faroe Agency, sum umboðar nógv russisk skip um okkara leiðir. Sostatt hevur Maria í Akrabyrgi arbeitt við russiskum sjófólki seinastu 30 árini, fyrstu árini á Skipafelagnum, og síðani á Faroe Agency. Myndin er frá Føroya Agency.

 

 

 

 

 

Myndin er frá Føroya Agency.