Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at Russland framdi fleiri enn 2000 brot á sjálvlýstu vápnahvíldina um páskirnar.
Tað skrivar forsetin á boðtænastuni, Telegram.
Volodymyr Zelenskyj sigur, at russar framdu álop á øllum hermótum, men hann leggur aftrat, at eingi loftálop hava verið í Ukraina seinasta samdøgrið.
Tað var leygardagin, at russiski forsetin, Vladimir Putin, lýsti eina 30 tímar langa páskavápnahvíld.
Men, frágreiðingar úr Ukraina benda ikki á, at hetta var nøkur vápnahvíld í praksis, tí russar framdu álop á øllum hermótum í hesum tíðarskeiði.
Í amerikanska uttanríkisráðnum siga tey í dag, at tey vildu ynskt, at vit fingu eina víðkaða vápnahvíld í Ukraina.
- Men, Russland hevur fyribils avvíst einari víðkan av vápnahvíldini, sum landið lýsti um páskirnar, veit tíðindastovan NRK at siga í kvøld.