Russar vilja hjálpa evrulondunum

Russland er til reiðar at rætta Evropa eina hjálpandi hond í stríðnum fyri at bjarga evruni. Tilboðið kom frá russiska forsetanum, Dmitrij Medvedev, á einum fundi í Bruxelles í dag, har hann hitti ES-forsetan, Herman Van Rompuy.

-Vit eru til reiðar at gera neyðugar íløgur fyri at styðja tann evropeiska búskapin og evruøkið. Vit eru til reiðar at kanna aðrar stuðulsmøguleikar, segði Medvedev, sum tó legði afturat, at tað týdningarmesta er, at ES-londini sjálv taka tær neyðugu avgerðirnar.

ES-leiðarar hava biðið altjóða samfelagið hjálpa samveldinum, og sambært russiskum diplomatum í Bruxelles tosa russar um at læna ES knappar 150 milliardir krónur.