Russar vilja hava Sakajev

Russland hevur í dag út altjóða áheitan um, at tann útlagni kekenski loysingarmaðurin Akhmed Sakajev, sum býr í London, skal handtakast. Boðini frá russiska ríkisákæranum koma, eftir at fýra vápnaðir menn søktu av tinghúsinum í kekenska høvuðsstaðnum Grosnij í morgun. Sambært myndugleikunum eydnaðist tað álopsmonnunum at drepa fýra fólk, áðrenn trygdarmenn skutu teir.

Hetta er aðru ferð, at Russland sendir út altjóða áheitan um, at Akhmed Sakajev skal handtakast. Fyrru ferð var í 2001. Tá hann vitjaði Danmark í 2002, kravdu russar at fáa hann útflýggjaðan, men danska stjórnin segði nei. Í síðsta mánað bleiv hann hildin aftur undir einari vitjan í Póllandi, men varð seinni latin leysur.

Sakajev fekk politiskt friðskjól í Bretlandi í 2003.