Iran tingast við Russland um at keypa russiskar loftverjurakettir Talan er um eitt heilt verjukervi, sum iranar umhugsa at keypa úr Russlandi, og endamálið er, at Iran skal vera ført fyri betur at verja seg ímóti einum møguligum amerikonskum ella ísraelskum álopi.
Sambært Reuters ætla iranar at keypa verjurakettir av slagnum S-200. Tær bera 150 kilometrar og kunnu eisini brúkast ímóti flogførum, sum flúgva lágt.
Ein týðandi russiskur embætismaður sigur við Reuters, at tað er ikki annað enn rímiligt hjá Russlandi at gera verjuavtalu við Iran, nú USA og Vesturheimurin fyrireika seg til atsóknir at Russlandi.










