Russar upp í Airbus

Herfyri kunngjørdi russiska stjórnin, at Russland er vorðið skuldarfrítt, og at landið nú ætlaði sær at gera íløgur uttanlands.

Nógv bendir nú á, at russar hava gjørt sína fyrstu íløgu, tí sambært bretska blaðnum Financial Times hevur russiski uttanríkisbankin keypt umleið fimm prosent av partabrøvunum í felagnum EADS, sum eigur evropeisku flogverksmiðjuna Airbus. Sambært fronsku tíðindastovuni AFP hava russar goldið umleið eina milliard dollarar fyri partabrøvini.

Tað er ikki greitt, hvørjar ætlanir russar hava við at keypa seg inn í Airbus, men russiskir viðmerkjarar halda, at keypið er ein roynd hjá Vladimir Putin, forseta at umskipa og nýskipa tann russiska flogídnaðin. Ein onnur frágreiðing kann sambært viðmerkjarunum vera, at EADS eigur tíggju prosent av russisku fyritøkuni Irkut, sum ger flogfør til russiska flogvápnið. Við keypinum koma russar nú at sita báðu megin borðið.