Í einari samrøðu við The Wall Street Journal sigur hernaðarligi ukrainski fregnartænastuleiðarin, Kyrylo Budanov, at Russland slítist í krígnum í Ukraina, tó at russiski herurin herfyri tók ræðið yvir ukrainska ídnaðarbýnum har eysturi í Donbas, Avdijivka.
Hertøkan av býnum verður sædd sum ein týdningarmikil russiskur sigur fyri Vladimir Putin fyri russiska forsetavalið miðskeiðis í mars. Kyrylo Budanov sigur, at Russland er viknað hernaðarliga, og at Vladimir Putin sendir óvand herfólk í kríggj í Ukraina.
Hann heldur upp á, at russiski herurin brúkar meira hernaðarútgerð í Ukraina, enn landið klárar at framleiða, og meginparturin av stríðsvognunum hjá russiska herinum eru gamlir. Rakettálopini á ukrainskar býir eru eisini færri í tali nú.
Norski pensjóneraði generalloytnantuin, Arne Bård Dalhaug, sum eygleiðir kríggið í Ukraina, er ikki heilt samdur við útsagnunum hjá hernaðarliga ukrainska fregnartænastuleiðaranum.
Fyrrverandi generalloytnanturin sigur, at Luhansk-regiónin næstan er undir fullum ræði hjá Russlandi, og í Donetsk-regiónini megna ukrainar ikki nógv. Við hertøkuni av býnum, Avdijivka, nærkast Russland eisini fullum eftirliti av Donetsk.
- Men tað, sum Kyrylo Budanov sigur um russisku herdeildirnar, er púra rætt, og tað er, at deildirnar slítast á hermótinum. Kortini hevur Russland megnað at gjørt nøkur smærri framtøk, eisini har suðuri í Ukraina, sigur Arne Bård Dalhaug.
Hann leggur aftrat, at um hann skal spáa um framtíðina i krígnum millum Russland og Ukraina, heldur hann tað vera mest sannlíkt, at Russland fer at hava ávísa framgongd.
- Avgerandi fyri gongdina í krígnum annars verður, hvussu tað fer at ganga við hjálparpakkanum í amerikansku kongressini. Avgerandi fyri gongdin hjá Ukraina í krígnum verður, hvat Ukraina fær av stuðli úr vesturheiminum.
Arne Bård Dalhaug leggur aftrat, at hevði hjálparpakkin, sum liggur í kongressini, verið samtyktur í heyst, er ikki vist, at ukrainski herurin hevði mist býin, Avdijivka.