Forsetin í Venesuela, Hugo Chávez, hevur enn eina ferð víst, at hann gevur sær ikki stórvegis far um, hvat amerikanska stjórnin heldur um uttanríkispolitikk hansara. Fyri 14 døgum síðani kunngjørdei hann, at Russland og Venesuela skulu hava felags herflotavenjing í vetur, og nú hevur hann tosað við russar um at byggja eitt kjarnorkuverk í Venesuela.
-Russland er sinnað at hjálpa Venesuela við at menna kjarnorku til friðarlig endamál, og vit hava longu sett eina nevnd at arbeiða við málinum, segði Hugo Chávez eftir ein fund við russiska forsætisráðharran, Vladimir Putin, um vikuskiftið.
Politiskir eygleiðarar siga, at Russland hevur víst munandi størri áhuga fyri samstarvinum við Venesuela síðani Georgia-kreppuna. Teir siga, at avgerðin at senda herskip til Venesuela á venjingarferð er uttan iva eitt svar uppá, at USA sendi herskip til Georgia við neyðhjálp.
Tey seinastu trý árini hevur Venesuela keypt stríðsflogfør, tyrlur og riflur úr Russlandi fyri meiri enn fýra milliardir krónur, skrivar Reuters.