Tað eru skjótt tveir mánaðir síðan, at Russland leyp á Ukraina, og í løtuni er einki, sum bendir á, at russiski forsetin, Vladimir Putin, ætlar at gevast við eirindaleysa áganginum á grannalandið.

Russar skjóta rakettir eftir Odessa

Í minsta lagi fimm fólk hava latið lív og 18 eru løstað í álopunum.

Tað eru skjótt tveir mánaðir síðan, at Russland leyp á Ukraina, og í løtuni er einki, sum bendir á, at russiski forsetin, Vladimir Putin, ætlar at gevast við eirindaleysa áganginum á grannalandið.

Í mínsta lagi fimm fólk lótu lív og 18 vóru løstað, tá russiskar rakettir raktu bústaðarblokkar og eina hernaðarstøð í ukrainska býnum, Odessa.

Odessa, sum liggur við Svartahavið, er triðj størsti býur í Ukraina, og her búgva umleið ein miljón fólk. 

Tíðindastovan NTB sigur frá Anton Herasjtsjenko, sum er ráðgevi í ukrainska uttanríkisráðnum, at í minsta lagi seks rakettir raktu býin.

- Fólk hava hoyrt spreingingar fleiri staðni í býnum. Spreingingarnar vóru frá russisku rakettunum og okkara loftverjuskipan, sigur hann.