Tað var tá Norrøna kom úr Íslandi fríggjamorgunin, at løgreglan tók ungu russisku menninar. Annar er 23 ára gamal og ættaður úr Sibiria, meðan hin er 28 ára gamal og úr Tajikistan.
Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini greiðir frá, at teir báðir eftir øllum at døma eru komnir við Norrønu úr Bergen í síðstu viku. Teir eru ikki komnir í land í Føroyum, men farnir beina leið til Íslands, har teir ætlaðu sær í land.
- Men av tí at teir ikki høvdu innferðarloyvið til Íslands, var einki at gera. Teir vórðu tí sendir sama veg, sum teir vóru komnir, greiðir Bergleif frá.
Russisku ferðamenninir høvdu kortini eina aðra søgu enn íslendska løgreglan. ? Teir søgdu, at teir vóru komnir úr Istanbul við farmaskipi, men ta søguna fingu teir ongan at trúgva uppá, sigur Bergleif.
Ein høvuðsorsøk til tað var, at løgreglan í ferðagóðsinum hjá øðrum russaranum fann ein videoupptakara, sum var horvin úr handlinum umborð á Norrønu, á veg úr Bergen í síðstu viku. ? Hvussu hann annars skal verða endaður har, er ilt at siga, sigur Bergleif.
Av tí at russisku ferðamenninir ikki høvdu innferðarloyvið til Føroya heldur, vóru teir settir umborð á Norrønu aftur, tá hon fór til Bergens í morgun. Hagani komu teir og hagar verða teir sendir aftur, tá so er. Áðrenn teir fóru greiddu russisku ferðamenninir løgregluni frá, at teir høvdu søkt um friðskjól í Íslandi. Um tann søgan er røtt ella skrøgg, visti Bergleif kortini ikki.










