Russar royna Landnyrðingsleiðina

Russiska reiðaríið Sovcomflot, sum er tað størsta í landinum, hevur gjørt av at lata nøkur av sínum skipum sigla til Kina ígjøgnum ta sokallaðu Landnyrðingsleiðina. Talan er um tangaskip, sum skulu til Kina við gassi, og reiðaríið vinnur nógva tíð og harvið eisini pening við at lata skipini sigla norðan fyri Sibir ístaðin fyri at lata tey fara ta longu leiðina ígjøgnum Suez-veitina. Sambært russiskum fjølmiðlum verður siglingartíðin stytt eina helvt.

Tað fyrsta tangaskipið fór úr Murmansk tann 14. august saman við tveimum kjarnorkuriknum kavbátum.

Evgeny Ambrosov hjá Sovcomflot sigur við Bloomberg News, at hendan fyrsta ferðin kastar ongar pengar av sær, tí felagið skal rinda fyri at fáa teir báðar ísbrótararnar at fylgja skipinum.