Russisku myndugleikarnir og NATO samskipa nú leitingina eftir tí horvna farmaskipinum Arctic Sea. Myndugleikarnir í Fraklandi og á Kap Verde siga, at Arctic Sea varð sætt nærhendis Kap Verde-oyggjunum fyri nøkrum døgum síðani, men enn hava russisku myndugleikarnir ikki gjørt nakrar viðmerkingar til tey tíðindini.
Russiski NATO-sendiharrin, Dmitrij Rogozin, segði í gjárkvøldið, at Russland og NATO samskipa nú arbeiðið at leita eftir Arctic Sea, og at NATO hevur fingið allar upplýsingar í málinum.
Finska løgreglan segði í gjár, at teir, sum eiga skipið, hava fingið krav um loysigjald.