Russar misnøgdir við Iran-tiltøk

Í Russlandi er stjórnin alt annað enn fegin um tey herdu tiltøkini, sum ES hevur sett í verk ímóti Iran fyri at noyða landið at sleppa sínum kjarnorkuætlanum.

Sergei Lavrov, uttanríkisráðharri, sigur í einari fráboðan, at tey nýggju tiltøkini forkoma møguleikanum at loysa trætuna við samráðingum. Sagt verður, at Russland heldur lítið um tiltøkini, sum eru sett í verk ímóti olju og gassi úr Iran og iranska tjóðbankanum. Kravið hjá russisku stjórnini er, at partarnir hittast til fundar sum skjótast at viðgera ta iransku kjarnorkuætlanina.

Vesturlendskir embætismenn siga fyri Reuters, at teir hava varhugan av, at Iran hevur sett meiri ferð á arbeiðið at ríka uran á Fordow-kjarnorkuverkinum. Teir siga, at er hetta so, er tað eitt tekin um, at Iran ætlar sær ikki at slaka fyri trýsti og tiltøkum uttaneftir.

Iran heldur fast um, at landið ætlar sær bara at brúka kjarnrokuna til friðarlig endamál.