Russar mæla til vápnahvíld í Sýrialandi

Russland tekur nú undir við kravinum frá altjóða Reyða Krossi, sum hevur biðið teir stríðandi partarnar í Sýrialandi binda frið tveir tímar um dagin, so særd og neyðstødd kunnu fáa hjálp.

Uttanríkisráðið í Moskva sigur í einari yvirlýsing, at landið mælir sýrisku stjórnini og øllum teimum vápnaðu bólkunum, sum stríðast ímóti henni, til at binda frið uttan at leggja treytir við.

Russland hevur tvær ferðir nýtt sín sýtingarrætt í ST-trygdarráðnum ímóti uppskotum, sum hava fordømt stýrið hjá Bashar al-Assad, forseta og kravt forsetan frá.