Russar kjakast um oljutrygd

Oljuóhappið hjá BP í Meksikoflógva í fjør hevur fingið russisku myndugleikarnar at broyta trygdarreglurnar fyri royndarboringum í arktiska økinum. Men sambært The Barents Observer kunnu myndugleikarnir í Moskva ikki semjast um, hvussu reglurnar skulu vera. Tjóðartingið hevur evnað eitt lógaruppskot, sum er ein neyðsemja millum tey stóru oljufeløløgini og tey, sum seta nátúruverndina í hásætið. Hetta uppskotið ferð, verður tað samtykt, at gera, at russiska trygdin verður sum tann amerikanska.

Men russiska tilfeingismálaráðið hevur gjørt eitt annað uppskot, sum sambært blaðnum Moscow Times er munandi lagaligari mótvegis oljufeløgunum enn hitt.

Ósemjan kann sambært keldum hjá Moscow Times enda við, at oljufeløgini heilt einfalt sleppa undan strangari trygdarkrøvum.

Russisku politikararnir hava tíð til at finna semju, tí tann fyrsta russiska royndarboringin í arktiska økinum verður ikki fyrr enn næsta ár í Pechora-havinum, sum er í landssynningspartinum av Barentshavinum.