Eitt felag í Murmansk hevur keypt Christian í Grótinum, sum ætlandi fer til Russlands um einar fjúrtan dagar. Eyðun Rasmussen, reiðari, sigur við Vágaportalin, at 18 menn koma úr Murmansk í morgin eftir Christiani í Grótinum. Hann roknar við, at menninir fara at venja seg við skipið, og at skipið fer úr Føroyum um tvær vikur.
Sambært reiðaranum hevur russiska felagið keypt Christian í Grótinum fyri einar 36 milliónir krónur.
Christian í Grótinum, sum er 20 ára gamal, æt fyrr Gardar.










