Russiska innflutningsbannið, sum kom í gildi á midnátt sunnukvøldið, er ikki bara galdandi fyri laks og síl, men fyri allan føroyskan fisk Tað ásannaði Faroe Seafood mitt í farnu viku, tá fyritøkan skuldi senda upsafars til Russlands. Tað bar ikki til, tí innflutningsbann kom í gildi 1. september.
Símin Jacobsen, søluleiðari hjá Faroe Seafood og formaður í Ráfiskakeyparafelagnum, sigur við útvarpið hjá kringvarpinum, at eingi russisk eftirlitsfólk hava verið á teirra virkjum. Tí kom tað púra óvart á tey, at innflutningsbannið eisini umfatar teirra vørur og vørur, sum Faroe Seafood selur fyri onnur.
Hetta kemur illa við, tí Russland er ein góður marknaður fyri bíligu vørurnar, so sum upsa og slógv. - Vit fáa ikki gjørt so nógv við hetta, uttan at royna at fáa keypararnar í Russlandi at ávirka myndugleikarnar har, sigur Símin Jacobsen, sum ikki hevur góðar vónir um, at innflutningsbannið verður tikið av í bræði.