Tað er ikki óhugsandi, at Montenegro fer at taka loysing frá Serbia um stutta tíð, men í seinastuni er komið fram, at fleiri russiskir ríkmenn av tí ivasama slagnum eru í ferð við at leggja Montenegro undir seg.
Eitt nú eiga russar fleiri stór ídnaðarvirkir og fleiri gistingarhús, og nú um dagarnar visti eitt blað at siga, at russar ætla at gera íløgur fyri meiri enn tvær milliardir krónur á einari strond, sum er væl egnað sum ferðamál. Men sambært blaðnum veit eingin, hvaðani pengarnir koma, og í Montenego verður dúgliga tosað um, at russiska mafian er uppi í byggiætlanini.
Myndugleikarnir í Montenegro eru ikki serliga fegnir um, at fólk seta spurnartekin við tann stóra russiska áhugan fyri landinum, og leysatíðindi eru farin at ganga um umfatandi korrupsjón. Sambært myndugleikunum eru tað bara russar, sum hava víst áhuga í at gera íløgur har, men andstøðan vísir á, at teir ivasomu russisku pengarnir hava fingið íleggjarar í øðrum londum at venda Montenegro bakið.










