Russar hava ikki sent Hákun av landinum

Føroyar eru ikki ávirkaðar av, at russiskir myndugleikar hava víst sjey fólkum á donsku sendistovuni í Moskva av landinum

Tað váttar Gunnar Holm Jacobsen, sum er deildarstjóri í Uttanríkistænastuni í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Tað var í morgun, at tað frættist, at russiskir myndugleikar hava víst sjey fólkum á donsku sendistovuni í Moskva av landinum, sum svar uppá, at Danmark herfyri vísti 15 russiskum fregnartænastufólkum av landinum.

Við útvarpið segði Hákun Djurhuus, føroyskur sendimaður í Moskva, sum hevur skrivstovu á donsku sendistovuni, at hann ikki er vístur av landinum.

Hann vísti á, at Føroyar bara hava eitt fólk í Moskva, og at einki land enn hevur slitið diplomatiska sambandið við Russland, og at Russland helst ikki vil slíka diplomatiska sambandið við Føroyar.

Av trygdarávum fær føroyski sendimaðurin ikki sagt nakað um, hvørji tey heimsendu fólkini eru.

Hann segði eisini, at øll prosjekt, sum eru í gongd, eru sett á hold, og at tey nú bíða at vita, hvussu leikur fer.

– Men vit royna at gera tað vit kunnu fyri at halda tær kanalir opnar, sum hava týdning á hesum øki, segði hann við útvarpið.