Sjey fólk, teirra millum trý børn, eru deyð eftir eitt russiskt dronuálop í ukrainska Kharkiv.
Tað upplýsir guvernørurin á staðnum, Oleh Synjehubov, tíðliga í morgun á boðtænastuni Telegram sambmært tíðindastovuni AFP.
– Tíverri er talið av deyðum eftir álopið frá hersetingarvaldinum ímóti Kharkiv hækkað til sjey, sigur hann.
Hann leggur afturat, at børn upp á ávikavist sjey ár, fýra ár og seks mánaðir eru millum tey deyðu.
Tað er ógreitt, um tey doyðu í sambandi við tað dronuálopið, sum fríggjadagin rakti eina bensinstøð í Kharkiv, ella um tað var av einum øðrum álopi.
Álopið á bensinstøðina, hvar tað frættist um bara ein særdan, hevði ein umfatandi eldsbruna við sær, upplýstu myndugleikarnir á staðnum.
Eldur kom í 14 privatheim, sum førd til, at 50 fólk máttu flytast burtur.
Álopið fríggjadagin gekk harumframt út yvir eitt sjúkrahús og eina matstovu í býnum Velykyj Burluk, sum er eystan fyri Kharkiv.
Kharkiv, sum er næststørsti býur í Ukraina við umleið 1,4 milliónum fólkum eftir høvuðsstaði Kyiv, eru í landspartinum, sum hevur sama navnið.
Økið hevur verið undir álopum alla tíðina undir krígnum, sum skjótt fer inn í triðja árið.
Stuðulin úr Vesturheiminum til Ukraina er nú beint fyri tvey ára dagin fyri innrásini hjá Russlandi – 24. februar, undir trýsti.
Serliga í USA eru Republikanararnir ivasamir um at stuðla Ukraina meira.
USA hevur við stuðuli fyri 47 milliardir dollarar higartil staðið fyri umleið helminginum av hernaðarligu hjálpini, sum Ukraina hevur fingið. Upphæddin svarar til 325 milliardir krónur.
Tað er tí, at aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, í eini samrøðu í dag heitir á evropisku londini um at økja vápnaframleiðsluna fyri at stuðla Ukraina.
– Stuðla Ukraina og gera íløgur í evnini hjá Nato er okkara besta verja, sigur hann í samrøðu við týska blaðið Welt am Sonntag.
/ritzau/










