Russar hava aftur lopið á Kyiv í nátt

Myndugleikarnir í Kyiv heittu á sínar íbúgvar í nátt um at søkja sær skjól í bumbuskýlum og kjallarum.

Tíðindastovan Reuters veit í morgun at siga, at russar aftur hava framt loftálop á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, í nátt.

 

Vitnir, sum Reuters hevur havt samband við, siga, at tey hoyrdu tvær spreingingar í høvuðsstaðnum.

 

Myndugleikarnir í Kyiv heittu á sínar íbúgvar í nátt um at søkja sær skjól í bumbuskýlum og kjallarum.

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, skrivar á Telegram, at harðar spreingingar vóru at hoyra har eysturi í høvuðsstaðnum.

 

Vitalij Klitsjko, sum er maðurin á myndini her omanfyri, sigur, at fyribils er einki frætt um, at nakar hevur latið lív í álopunum.