Russar gera nú mótálop í Kursk-landslutinum

Tað var í byrjanini av august, at Ukraina tók øll á bóli at gjørdi innrás í russiska Kursk-landslutin og tók seg fleiri kilometrar inn í russiskt landaøki.

Tað eru nú nakrar vikur síðan, at ukrainskar herdeildir tóku seg fleiri kilometrar inn í russiska Kursk-landslutin. Her hava ukrainsku deildirnar tikið russiskt landaøki, sum svarar til umleið víddina av øllum Føroyum.

 

Seinastu tíðina hevur lítið verið at frætt um, hvør gongdin hjá ukrainsku herdeidunum í Kursk-økinum er. Men, í dag sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sambært AFP-tíðindastovuni, at russar nú gera mótálop í økinum.

 

Í Kursk-landslutinum hevur ukrainski herurin tikið eitt stórt tal av russiskum bygdum og búsetingum. Í dag vilja russar so vera við, at teirra deildir, sum fremja mótálop á ukrainsku deildirnar í økinum, hava tikið einar 10 bygdir aftur frá Ukraina.

 

Tað var í byrjanini av august, at Ukraina tók øll á bóli at gjørdi innrás í russiska Kursk-landslutin og tók seg fleiri kilometrar inn í landið.

 

Eitt av málunum hjá Ukraina var at oyðileggja farleiðir og veitingarleiðir hjá russum fyri vápnaflutningi til russisku deildirnar í Ukraina. Endamálið var eisini at oyðileggja støðir í Kursk-økinum, sum hava sent rakettir inn í ukrainskt øki.

 

At enda hevur Ukraina helst eisini ímyndað sær, at russar fóru at taka herdeildir úr aftur Donbas-regiónini, soleiðis at russiska framtøkan har kundi steðgað, men tað er einki, sum bendir á, at hetta er hent.

 

Hvussu alt hetta hevur eydnast - og fer at eydnast frameftir - kann bert tíðin fara at vísa, men tað er greitt, at ukrainska innrásin tók russiska forsetan, Vladimir Putin, á bóli, tí spurt verður, at forsetin ikki megnar at verja egið landamark.