Russiska verjumálaráðið sigur í dag, at 152 lík eru funnin í stálverkinum Azovstal í Mariupol.
Tað var fyrr í hesum mánaðinum, at russiski herurin og ukrainsk loysingarfólk umsíðir tóku ræðið á havnarbýnum, Mariupol.
Stálverkið var seinasti skansin hjá ukrainsku hermonnunum í býnum, og tað tók langa tíð áðrenn hermenninir, sum høvdu girt seg í bunkarum í stálverkinum, góvu seg yvir.
Russisku álopini á Mariupol og stálverkið vóru øgilig, og tey vardu í vikur. Býurin og alt stálverkið eru í knúsi.
Í Azovstal arbeiddu fleiri enn 11.000 fólk, og tá russar herjaðu á Mariupol, vóru tað eisini fleiri av arbeiðsfólkunum, sum søktu sær skjól á verkinum.
- 152 lík av falnum ukrainskum hermonnum lógu í einari bingju, har kuldaskipanin ikki longur virkaði, sigur ein talsmaður fyri russiska verjumálaráðið, Igor Konasjenkov.
Hann vísir á, at russisku myndugleikarnir higartil ikki hava fingið nakran fyrispurning frá ukrainskum myndugleikum um líkini.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.